HUGSKOTIÐ
Løkjakontór liggur – sum navnið vísur til – har løkjurnar á Argjum renna út í Sandá, fyri síðani at streyma út á opna havið. Við útsýni niðan í Havnadal, oman ímóti Sandágerði og út til Nólsoynna, ber til at síggja fyri sær, hvar ein væl vaksandi fyritøka kemur at gera mun í morgin.
Hugskotið handan Løkjakontór er at skapa ein skrivstovufelagsskap, har íverksetarar og meira etableraðar fyritøkur kunna húsast og gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum øðrum. Ynski er at skapa eitt umhvørvi og huglag, ið kann stimbra synergi-effektum og einum lívligum umhvørvi. Ein skrivstovufelagsskapur har fyritøkur kunna læra og styrkja hvørja aðra. Vit trúgva uppá eina sterka føroyska vinnu, har fólk trívast, gera mun og skapa úrslit í felag.
EGIN SKRIVSTOVA
Skrivstovurnar eru allar ljósar og flottar. Tær fyritøkurnar ið velja egna skrivstovu, hava møguleikan at lata hurðina aftur, soleiðis at tað ber til at vera fyri seg sjálvan og arbeiða í frið.
Við at bjóða tær/tykkum egna skrivstovu, ynskja vit at lúka tørvin á einum veruligum skrivstovu umhvørvi, samstundis sum tit hava møguleika at netverka við hinar fyritøkurnar í húsinum og gagnnýta felags hentleikar. Løkjakontór hevur 6 skrivstovur frá 9-14 m2. Tær minnu skrivstovurnar húsa 2 skriviborðum og tær størru 3 skriviborðum.
Prísir úr 3.400 kr./mðr
OPEN SPACE
Løkjakontór bjóðar skrivstovupláss í opnum umhvørvi, har tú hevur títt egna skrivborð. Open Space er frálíkt til ein persón, ið einki hevur ímóti at sita í einum opnum umhvørvi. Alt er klárt tá tú flytur inn. Tað einasta tú skalt gera, er at seta telduna til, og tú ert koyrandi.
Við at bjóða tær títt egna skriviborð, ynskja vit at lúka tørvin á einum veruligum skrivstovu umhvørvi, samstundis sum tú hevur møguleika at netverka við hinar fyritøkurnar í húsinum og gagnnýta felags hentleikar.
Prísir úr 2.200 kr./mðr
ON-THE-FLY
Ert tú á arbeiðsferð, arbeiðir við einari verkætlan í eitt styttri tíðarskeið ella skrivar høvuðsuppgávu og hevur tørv á einum fyribils skrivstovuplássi, er hetta loysnin fyri teg. Við okkara On-The-Fly loysn, ynskja vit at lúka tørvin hjá fyritøkum og persónum, ið ikki hava tørv á einum føstum plássi, men ið hóast alt hava tørv á einari ‘støð’.
Her kann ein arbeiða í frið eitt styttri tíðarskeið, við eitt nú fyrireiking til fundir, smærri verkætlanum ella gera gagn av einum skrivborði í nakrar dagar um mánaðin.
Prísir úr 199 kr./dagin*
*Um tørvur er á longri tíðarskeiði, kann serprísur avtalast.
FUNDARHØLIÐ
Fundarborðið er sjálvsagt kjarnan í fundarhølinum. Fundarborðið hjá Løkjakontór finnist ikki nakra aðrastaðni, tað er nevniliga bara eitt til av slagnum – Sniðgivið til okkara kundar.
Allar fyritøkur hava tørv á einum fundarhøli til tíðir. Vit ynskja at bjóða eitt hugnaligt fundarhøli, við øllum neyðugum hentleikum. Við einum internum kalendara, hava leigararnir møguleika fyri at skriva seg upp til fundarhølið eftir tørvi.
Vit vita hinvegin, at tørvur eisini er at leiga fundarhølið, hóast ein ikki er fastur leigari hjá okkum. Tú ert altíð vælkomin at kanna møguleikarnar, við at senda okkum ein teldupost.